Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
Dermatologi
Ein dermatologur (húðlækni) er ein serlækni, ið er serkønur í at kanna, viðgera og fyribyrgja sjúkum, trupulleikum og tilburðum, sum hava við húð, hár, negl og slímhinnur at gera.
Arbeiðsøkið hjá einum dermatologi fevnir eitt nú um:
Kanningar og viðgerðir av húðsjúkum
-
Vanligar trupulleikar sum akni, eksem, psoriasis, rosacea og vitiligo.
-
Fløktar sjúkur sum húðkrabba, autoimmunar sjúkur, og sjáldsamar arvaligar sjúkur.
Skurðviðgerðir
-
Burturtøka av húðkrabba og illgrunasomun móðurmerkjum.
-
Viðgerð av cystum, finnum, og øðrum broytingum á húðini.
Trupulleikar við hári og hárbotni
-
Kanning og viðgerð av hármissi, og trupulleikum viðvíkjandi hári og hárbotni.
Neglasjúkur
-
Viðgerð av infektión, skeivleikum og øðrum trupulleikum við neglum.
Estetisk dermatologi (Kosmetiskar viðgerðir)
-
Viðgerð av neiligum broytingum ella skaðum á húðini, sum t.d. rukkum, arr, pigmentbroytingum o.a.
Kynsjúkur
-
Sjúkur, sum ávirka húðina og slímhinnurnar í kynsøkinum, so sum herpes, kynsvortur og syfilis.
Fyribyrging og vegleiðing
-
Kanning av húðini fyri at finna sjúkutekin í tíð.
-
Vegleiðing í húðrøkt, sólverju og viðgerð av kroniskum tilstandum.
Serlækni í kyns-
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til