Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
HÚÐ OG HÁRVIÐGERÐ
stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum
Út frá eini hugsjón um heildarviðgerð og fyribyrgjan bjóðar MedCare eina røð av húð og hár viðgerðum, sum allar verða framdar av serútbúnum lækna og sjúkrarøktarfrøðingi.
Serviðgerðir
Vit bjóða slóðbrótandi og virknar viðgerðir, sum í størst møguligan mun eru grundaðar á stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum, eitt nú stammkyknustimbran/Bio-PRF, shockwave, dermapen (micro-needling), laser viðgerð, LED-ljós o.a.
Dermatologi
Møguleiki fyri kanning og viðgerð hjá serlækna í húð- og kynsjúkum.
Heildarhúðviðgerð og røkt
Í samband við viðgerð verður atlit tikið til heilsustøði, lívsstíl og kost. Vit leggja dent á at vegleiða í mun til kost, vitaminir/mineralir, kostískoyti o.a, sum er til gagn fyri júst teg.
Avbjóðingar sum t.d sjúka, strongd, hormonellar broytingar, ovurviðkvæmi, hava eisini árin á húð, hár og bindivevnað.
Í hesum sambandi kunna vit bjóða heilsukanningar og ymiskar testir, m.a
Skanning av húð
Vit nýta nýggjastu kanningartøkni til at skanna húðina áðrenn viðgerðin byrjar og eftir at úrslitið fyriliggur.
Á tann hátt kunna vit nágreinuliga síggja standin av húðini árðenn viðgerð, og eftirfylgjandi meta um úrslit.
Samantvinnan av viðgerðum
Møguleiki er fyri at seta saman ymiskar viðgerðir, alt eftir ynski og tørvi.
Viðtala (ókeypis og óbindandi)
Tú er vælkomin til eina ókeypis og óbindandi viðtalu, har vit kunnu tosa um hvørjir møguleikar eru, og hvat er best fyri júst teg.
Viðgerðir
Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til
Serlækni í kyns-