Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
HEILSUFAKLIGT SAMSTARV
medcare netverkið
Heilsufakligt samstarv
MedCare netverkið er eitt netverk av serfrøðingum, sum hava valt at ganga saman í eitt heilsufakligt samstarv við fokus á skjóta og dygdargóða útgreinan, viðgerð og ráðgeving.
Hetta gera vit, tí vit trúgva uppá, at ein samantvinnan av vitan og viðgerðarhættum, sum oftast er tann besta loysnin fyri brúkaran.
serfrøðingar
Pero Sore
Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin
-
Diplomlækni í ítróttarmedisin 2021
-
Síðan 2010 yvirlækni á medisinskari deild á Landsjúkrahúsinum.
-
2010 - 2017 kliniskur ábyrgdarlækni fyri føroyska fótbóltslandsliðið (FSF)
-
Góðkendur UEFA lækni í 2015
-
Serlækni í internum medisini í 2009
-
Serlækni í reumatologi í 2008
-
Frá 2005-2008 starvast og tikið útbúgving sum serlækni í giktasjúkum á Kong Christian X´ Gigthospital í Gråsten, DK
-
Starvast á Aalborg Sygehus 2002-2005
-
Útbúgvin lækni í 1992. Starvast á Landsjúkrahúsinum frá 1994-2002
-
Útbúgvin fysioterapeut í 1983
Siri Sore
Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur
-
Sjúkrarøktarfrøðingur/akupunktørur hjá MedCare og sjúkrarøktarfrøðingur á B8 á Landsjúkrahúsinum, sum frílans
-
NHT®-vegleiðari 2015
-
Útbúgvin akupunktørur á Svend Senius Instituttet í Odense í 2009
-
Starv hjá vikarstovu 1999-2008. Hollar royndir frá arbeiði á sjúkrahúsum í Keypmannahavn, Aalborg og Suðurjútlandi.
-
Diplomútbúgving í leiðslu á DSH í Keypmannahavn í 1999
-
Starvast á B8 á Landsjúkrahúsinum frá 1996-1998
-
Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 1996
Shahin Gaini
Serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropusjúkum
-
Síðani 2012 yvirlækni á medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum
-
Diplomútbúgving í tropu-/ferðamedisini, Karolinska Institutet, Stockholm
-
Síðani 2011 granskingarábyrgdari á medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum
-
PhD útbúgving á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet 2003-2006
-
Frá 2000 til 2011 starvast sum lækni á Odense Universitetshospital
-
Útbúgvin lækni í 1998. Starvast á donskum sjúkrahúsum 1998-2000
Katrin Kallsberg
Serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp
-
2003 Serlæknagóðkenning
-
1999-2003 serlæknaútbúgving í Noregi
-
1997-1999 intostørv í gyn/obs og kirurgi á Landssjúkrahúsinum
-
1997 granskingarstarv innan kommunulæknaøkið í Føroyum
-
1995-1997 turnusútbúgving á Landssjúkrahúsinum (med og kir) og hjá kommunulækna í Tórshavn
-
1995 lækni á neurokirurgiskari deild á Hvidovre Hospital
-
1995 Útsend við Læknum uttan Landamørk til Screbrenica, Bosnia
-
1995 Útbúgvin lækni á lærda háskúlanum í Keypmannahavn
Frans Róin
Serlækni í Psykiatri
-
Breiða útbúgving innan psykiatri (útreiðing, akutpsykiatri, psykoterapi, depressión, angist, OCD, bipolara sjúku, dobbeltdiagnoser, ADHD v.m.)
-
Serkunnleika innan rúsevnisviðgerð
-
Konsulentur á ymsum rúsevnisviðgerðarstovnum og ambulatorium 1995-2018. Konsulentur á Frederiksberg og Behandlingscenter Tjele síðani 2006
-
Serlækni í psykiatri 2003
-
Yvirlækni á psykiatriska økinum í Danmark 2005 – 2017; m.a. í Regionhovedstaden (Gentofte, Ballerup og Hillerød)
-
Starvast innan voksenpsykiatrien í Danmark 1998 – 2017
-
Starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum 1988 – 1998 á kirurgisku, medisinsku og psykiatriksu deild
-
Útbúgvin lækni frá Aarhus Universitet 1988
Turið Holm Johannessen
Serlækni í almennum medisin
-
Serlækni í almen medicin / kommunulækni 2019
-
Góðkendur vinnukavaralækni í Norra síðan 2017
-
Góðkendur petroleumslækni í Norra síðan 2017
-
Góðkendur vinnukavaralækni í Føroyum síðan 2016
-
Góðkendur sjóvinnulækni í Føroyum síðan 2013
-
Frá 2013 útbúgvingarstarv í almen medicin (kommunulækni)
-
Starvast á Landsjúkrahúsinum, Hvidovre hospital og sum kommunulækni síðan 2012
-
Útbúgvin lækni í 2012
Brian Fossabrúgv
Bachelor í Fysioterapi, Cert. MDT
-
Síðan 2016 starvast sum fysioterapeutur á viðgerðarstovuni Fysio.
-
Síðan 2004 arbeitt sum fysioterapeutur fyri tey ymisku fótbóltslandsliðini hjá FSF
-
2003 - 2015 starvast sum fysioterapeutur á Havnar fysioterapi og á somatisku deild á Landssjúkrahúsinum
-
Síðan 2015 í gongd við grundútbúvingina innan Mulligan konseptið
-
Prógv í GLAID konseptinum (godt liv med artrose i Danmark).
-
Prógv í grundútbúgvingini Mechanical Diagnosis and Therapy (Mckenzie)
-
Ùtbúgvin fysioterapetur frá Fysioterapeutskúlanum í Århus í 2003. Hevur síðan áhaldandi tikið eftirútbúgvingar innan manuel terapi,kinesiotape,og ítróttar fysioterapi
Elieser Olsen
Serlækni í skurðfrøði og plastikkskurðfrøði
-
Yvirlæknakonsulentur í føroyska heilsuverkinum frá 2012.
-
Arbeitt partvís sum serlækni í plastikkirurgi í Trondheim í Noregi 2008-20012. Umframt arbeitt sum yvirlæknakonsulentur í plastikkirurgi í Danmark.
-
Setti á stovn klinikkina Artharmonia í 2007 saman við útlendskum samstarvsfeløgum.
-
Yvirlæknavikarur á Klaksvíkar sjúkrahúsi 2007-2009.
-
Hevur sostatt starvast -umframt í Føroyum -bæði í Svøríki , Noregi og Danmark.
-
Virkað sum yvirlækni í kirurgi á skurðdeildini á landssjúkrahúsinum í fleiri ár og settur sum yvirlækni í plastikkirurgi á Sentralsykehuset í Telemark í Noregi í 1996.
-
Arbeiðsøkið almen kirurgi og plastikkirurgi, serliga sár og húðkrabbaviðgerð umframt bróstkirurgi.
-
Serlækni í kirurgi og plastikkirurgi frá Umeå Universitetssjúkrahúsi í 1993.
-
Hjálparlækni ½ ár í Kalix, svøríki . Arbeitt Innan kirurgi í samanlagt 6 ár í Svøríki.
-
Útbúgvin lækni frá Odense Universitetssjúkrahúsi í 1981. Turnusútbúgving í føroyska heilsuverkinum.
Theodor Høgagarð
Serlækni í anestesiologi og pínumedisini
-
Yvirlækni Suduroyar Sjúkrahús,
Konsulent Aleris-Hamlet og Artharmonia -
Leiðandi yvirlækni á Aleris-Hamlet í Ringsted við samansetingini anæstesi til dagkirurgiskar sjúklingar og sítt egna pínuambulatorium frá 2014
-
Yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum frá 2012-2014
-
Norðurlendsku post-serútbúgvingina í pínuviðgerð, NEAPM (Nordic Education in Advanced Pain Medicine) í 2012
-
Serlækni á Næstved Sygehus við deilfunktión í palliatión frá 2010-2012
-
Yvirlækni á Landssjúkrahúsinum frá 2007-2009
-
Útbúgving sum serlækni í anestesiologi í 2006 á Hvidovre Hospital/Rigshospitalet
-
Starvast sum lækni á Ríkissjúkrahúsinum og Hvidovre Hospital frá 2001- 2007
-
Útbúgvin lækni frá Københavns Universitet í 1997
Kristian Eli Andersen
Autoriseraður sálarfrøðingur (Cand.psych.aut)
-
15 ára royndir við metakognitivari terapi (MCT) og kognitivari atferðarterapi (CBT) við einari 6 ára serútbúgving sum metakognitivur terapeutur og 2 ára serútbúgving sum kognitivur atferðarterapeutur
-
Útbúgvin serfrøðingur í metakognitivari terapi (MCT). Level 1 og 4 x level 2. 6 ár tilsamans
-
Serútbúgving í kognitivari atferðarterapi (CBT), Acceptance and Commitment Therapy (ACT) og motivational interviewing (MI)
-
2009 til 2014: átti og rak viðgerðarstovuna, Christianshavns Kognitive Psykologklinik, í Keypmannahavn. Har stovnaði eg Metacognitive Institute Danish Branch, m.a. saman við professara Adrian Wells frá Manchester Universitet, sum er upphavsmaður av metakognitivari terapi.
-
2013-2014: Supervisari og fakligur ráðgevi á stóru granskingarverkætlanini Copenhagen Child Anxiety Project á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn,
-
Luttekur regluliga í skeiðum, verkstovum og ráðstevnum um allan heimin, sum verða hildnar av heimsins førandi granskarum og terapeutum
-
Verið mentalur venjari hjá danska talvlandsliðnum, besta liðnum hjá monnum í B36 og eina rúgva øðrum íðkarum og liðum innan allan ítrótt í landinum
-
Heldur javnan verkstovur og fyrilestrar fyri fyritøkum, stovnum og arbeiðsplássum kring landið.
Les meira her: www.metakognitiv.fo
Mary Højgaard Hansen
Serlækni í húð- og kynsjúkum
-
2023: Serlækni í húð- og kynsjúkurm
-
2015 Ùtbúgvingarstarv innan Húð- og kynsjúkur
-
2013-2014: Turnuslækni, ”Vestnes legesenter” í Vestneskommunu í Noreg (6 mánaðir)
-
2012-2013: Turnus lækni, Ålesundsygehus í Noreg (4 mánaðir á medisinka deplinum, 4 mánaðir á skurðdeildini og 4 mánaðir á barnadeildini)
-
2012: Ùtbúgvin lækni frá Pomeranian Medical University – English program, Szczecin, Pólland