top of page

AkuNova eygnaviðgerð



AkuNova er ein kollveltandi viðgerðarháttur sum ikki hevur fokus á meridianir, eins og siðbundnu kinversku akupunkturviðgerðirnar. Hesin viðgerðarháttur er væl umtóktur í vesturheiminum, eitt nú sum pínulinnandi viðgerð og sum viðgerð fyri ymiskar eygnasjúkur



Hvørjar eygnasjúkur kunnu viðgerðast?

Nógvar sonevndar “ólekjandi” sjúkur og plágur kunnu viðgerast við AkuNova, eitt nú:

  • AMD

  • Grøn stær

  • Kikarasýn

  • Diabetiskt retinopati

  • Sjónórógv eftir blóðtøpp í eyganum

  • O.a.

Fyrstu tvær vikurnar er talan um tvær viðgerðir um dagin við, í minsta lagi einum tíma hvíld ímilum viðgerðirnar (ikki viðgerð um vikuskiftið).

Ein eygnakanning verður gjørd, áðrenn viðgerðin byrjar, og nýggj kanning verður gjørd eftir tveimum vikum. Eftirfylgjandi fýra vikunar verður viðgjørt eina ferð um vikuna.


At viðgera er ikki neyðturvuliga tað sama sum at lekja, men tað merkir, at tú í minsta lagi kanst betra um støðuna.


 

Hvat er AMD?

AMD merkir Aldurstengt Makula Degeneration. ”Aldurstengt” vísir til, at AMD rakar eldri fólk. Umleið 10% av 60 ára gomlum hava AMD, og hjá 75 ára gomlum er talið 40%.

AMD er vanligasta orsøkin til versnaða sjón í vesturheiminum.


Sjúkan ávirkar sera ymiskt – frá lítlari til sera stóra viknan av sjónini.

AMD situr í tí partinum av nethinnuni, sum eitur makula, heilt aftast í eyganum.

“Makula” er økið á nethinnuni, sum vit nýta til at síggja eina týðuliga mynd við.

Vit brúka makula, tá vit skulu lesa, kenna fólk aftur á gøtuni, síggja smálutir v.m. Makula verður á donskum nevnt “tann guli pletturin”.


“Degeneration” merkir, at funktiónin í einum ávísum øki í likaminum gerast verri.

Orsøkin til AMD er vánaligt blóðrensl í eyganum, og tað inniber, at ótørv (affaldsstoffer) ikki renna burtur, og frísk føðsluevni ikki sleppa framat. Tá ljós rakar nethinnuna, gera sansakyknurnar ljósbáknini til elektrisk bákn. Hendan evnafrøðiliga tilgongdin framleiðir nøkur ótørv, sum eru eitrandi fyri likamið.


Í einum frískum eyga verða ótørvini leidd burtur við blóðinum og síðani andøvd í kroppinum.


Tá talan er um AMD er blóðrenslið í nethinnuni ov vánaligt, og ótørvið kann ikki beinast burtur. Tey hópa seg í staðin í nethinnuni og úrslitið er, at føðsluevnini ikki sleppa til sansakyknurnar, sum spakuliga doyggja.


Nýmótans AkuNova akupunktur samantvinnað við klassiskum kinverskum akupunktur hevur víst seg sum ein framúrskarandi háttur at betra um blóðrenslið í teimum økjunum, sum eru rakt av AMD.




Prísur

20 viðgerðir og sjóntest x 2: 7.000,-

Viðlíkahaldsviðgerð x 1 pr mánað (2 viðgerðir á degnum): 450,-



Siri Sore er útbúgvin akupunktørur, er RAB (Registreret Alternativ Behandler) og limur í Danske Terapeuter



bottom of page