Cupping
- Allan Dalsgarð
- Jun 19, 2019
- 1 min read
Updated: Apr 21, 2024

Cupping er síðustillað við akupunktur í siðbundnu kinversku læknavísindini og verður nýtt sjálvstøðugt ella saman við akupunktur.
Súgvikoppar í ymsum støddum verða settir á eyðmerkt akupunkturpunkt ella vøddaøki, og kunnu verða sitandi í 10-15 minuttir. Ein annar viðgerðarháttur er støðugt at flyta súgvikopparnar. Viðgerðin skapar eitt vakuum-undirtrýst á útvaldu økjunum, soleiðis at blóðrenslið gerst betri og ótørv fæst burtur.
Cupping minkar eisini um spenningarnar í kroppinum. Hátturin verður eitt nú nýttur at loysa spenningar í nakkanum, hald í nakkanum og móti rygg- og lendapínu (lumbago).
Viðgerðin verður eisini nýtt sum vøddamýking/lymfudrenaga.