top of page

Dermatologi (Húðlækni)



Ein dermatologur (húðlækni) er ein serlækni, ið er serkønur í at kanna, viðgera og fyribyrgja sjúkum, trupulleikum og tilburðum, sum hava við húð, hár, negl og slímhinnur at gera.



Arbeiðsøkið hjá einum dermatologi fevnir eitt nú um:


Kanningar og viðgerðir av húðsjúkum

  • Vanligar trupulleikar sum akni, eksem, psoriasis, rosacea og vitiligo.

  • Fløktar sjúkur sum húðkrabba, autoimmunar sjúkur, og sjáldsamar arvaligar sjúkur.

 

 

Skurðviðgerðir

  • Burturtøka av húðkrabba og illgrunasomun móðurmerkjum.

  • Viðgerð av cystum, finnum, og øðrum broytingum á húðini.

 

 

Trupulleikar við hári og hárbotni

  • Kanning og viðgerð av hármissi, og trupulleikum viðvíkjandi hári og hárbotni.

 

 

Neglasjúkur

  • Viðgerð av infektión, skeivleikum og øðrum trupulleikum við neglum.

 


 Estetisk dermatologi (Kosmetiskar viðgerðir)

  • Viðgerð av neiligum broytingum ella skaðum á húðini, sum t.d. rukkum, arr, pigmentbroytingum o.a.

​​

 

Kynsjúkur

  • Sjúkur, sum ávirka húðina og slímhinnurnar í kynsøkinum, so sum herpes, kynsvortur og syfilis.

 

 

Fyribyrging og vegleiðing

  • Kanning av húðini fyri at finna sjúkutekin í tíð.

  • Vegleiðing í húðrøkt, sólverju og viðgerð av kroniskum tilstandum.



















bottom of page