Hyalur er Hyaluronsyra, sum verður givin sum innspræning í samband við slitsikt í knøum og mjadnum.
HA (hyaluronsyra) leggur seg sum ein "púta" inni í liðinum, har brósk og liðvæta mangla.
Talan er um 3-5 viðgerðir, við 1 viku ímillum hvørja viðgerð.
Virknaðurin heldur í umleið eitt ár. Hvussu leingi virknaðurin heldur er eisini tengt at, hvussu umfatandi niðurbrótingin í liðinum er, og hvussu nógvur belastningur er á liðinum.